user

Inventar Tænastan

Furniture and Home Furnishings Manufacturing

View the employees at

Inventar Tænastan

Overview

Sp/f Inventar Tænastan bleiv stovnað í 1990, men var virkin áðrenn undir øðrum navni. Tann 1.Mai 1994 keypti Jørgen Petersen Inventar Tænastuna. Hetta var um tað mundið, tá Føroyar vóru í einum fíggjarligum aldudali, og húsaðust vit tá í leigaðum hølum á R.C.Effersøesgøtu. Í november 1997 keyptu vit ognina Heygsvegur 33 / Undir Heygnum 2 og fluttu í hesi nýggju hølir, har vit enn búleikast. Men so hvørt sum virksemið øktist, blivu hølisviðurskiftini ov trong, so í august 2006 keyptu vit bygning á Akranesgøtu 3, har vit nú hava fjargoymslu. Tá vit yvirtóku í 1994, seldi Inventar Tænastan nærum bert handilsinnbúgv, og vit høvdu ikki tað stóra á goymslu, men sum árini gingu øktu vit nógv um úrvalið, soleiðis at vit nú umframt handilsinnbúgv eisini selja innbúgv til goymslur, skrivstovur, skúlar, barnagarðar, ellis-og eldrabýlir, stovnar v.m., og sjálvsagt eisini til privatkundan. Somuleiðis hava vit nú eitt stórt goymslu úrval.

  • 100, County Road FO, Humboldt Township, Marquette County, Michigan, 49814, United States

    Get Direction